Nýggj app kannar teg fyri móðurmerkjakrabba

Nýggj app kannar teg fyri móðurmerkjakrabba
Ein donsk fyritøka hevur gjørt eina appu, ið skjótt kannar teg fyri móðurmerkjakrabba við at taka mynd av móðurmerkinum
Ein nýggj app kannar teg fyri móðurmerkjakrabba, og fortelur tær, um vandi kann vera á ferð, og um tú skalt seta teg í samband við egnan lækna
Mynd: Commons Wikimedia  
 
12.08.2015 - 09:54

Tak eina mynd við fartelefonini av einum móðurmerki og fortel appuni, hvar á kroppinum móðurmerkið er. Appin skinScan samanber síðani við myndir í einum dátugrunni.

Tak niður appina niðanfyri

Eftir at hava samanborið myndina, tú hevur tikið við fartelefonini, fortelur appin tær um tú skalt seta teg í samband við ein lækna, ið skal hyggja nærri at móðurmerkinum.

Tað er veruleikin við eini nýggjari appu, sum fyritøkan TeleSkin í Esbjerg hevur ment. TeleSkin mælir tó fólki til at vísa skynsemi, og ikki halda seg aftur at tosa við egnan lækna.

Íverksetaravirðisløn setti ferð á

Tað er fyritøkan, TeleSkin, sum upprunaliga kemur úr Serbia, ið hevur gjørt appina, ið kann kanna teg fyri móðurmerkjakrabba. Í dag heldur fyritøkan til í Esbjerg.

Gongd kom á menningina av appini í fjør, tá fyritøkan, TeleSkin, fekk játtað 250.000 evrur úr einum íverksetaragrunni til at menna nýggju appina.

Fleiri enn 200 føroyingar fáa á hvørjum ári staðfest móðurmerkjakrabba, sambært nýggjastu tølunum hjá Krabbameinsfelagnum.

Tak niður appina her: skinScan for Apple

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985