USA ávarar Russland um at halda seg úr Sýria

USA ávarar Russland um at halda seg úr Sýria
Russland hevur hernaðarserfrøðingar í Sýria, skrivar New York Times.
Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry
Mynd: Savnsmynd  
 
06.09.2015 - 10:19


Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry sigur seg stúra fyri, at Russland roynir at styrkja hernaðarliga leiklut sín í Sýria.

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at Russland hevur sent hernaðarútgerð og ráðgevarar til Sýria, og í Washington verður hildið, at Russland soleiðis styrkir um støðu sýriska forsetans Bashar al-Assad.

- Slíkt fer bert at gera stríðið enn harðari hevur John Kerry sagt í telefonsamrøðu við russiska uttanríkisráðharranum Sergei Lavrov.

Russland stuðlar sýriska forsetanum

Russland hevur stuðlað Bashar al-Assad, forseta, og stjórn hansara øll árini bæði undan og eftir at borgarakríggið í Sýria brast á fyri fýra árum síðani.

New York times skrivar frá keldum í amerikansku umsitingini, at Russland hevur sent hernaðarserfrøðingar til Sýria og eftirlitsútgerð til ein flogvøll, sum sýriska stjórnin hevur ræðið á, og sum illgruni er um, at russar kunnu ætla at flúgva hernaðarútgerð til.

Russiski forsetin Vladimir Putin vísti fríggjadagin aftur, at Russland skal hava ætlanir um nakran leiklut í borgarakrígnum í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961