-Fáið váttan um, at hann framvegis er á lívi

-Fáið váttan um, at hann framvegis er á lívi
Tað sigur serfrøðingur í yvirgangi, nú ISIL hevur tikið norðmannin, Ole Johan Grimsgaard-Ofstad, til gísla í Sýria
Myndin av Ole Johan Grimsgaard-Ofstad
 
11.09.2015 - 12:51

- Fáið váttan fyri, at gíslin er á lívi, tí yvirgangsfelagsskapurin, ISIL, hevur fyrr víst seg at vera óálítandi í slíkum samráðingum.

Tað eru ráðini til Norra, nú tað er komið fram, at ISIL hevur tikið 48 ára gamla Ole Johan Grimsgaard-Ofstad til gísla.

ISIL hevur fyrr verið í samráðingum um loysigjald fyri gíslar, sum longu eru deyðir, sigur bretski yvirgangsserfrøðingurin, Raffaello Pantucci, við NRK.

Nýggj mynd

Norski uttanríkisráðharrin, Børge Brende, segði mikudagin, at stjórnin hevur greina eina mynd av Ole Johan Grimsgaard-Ofstad, sum ISIL hevur almannakunngjørt. Og niðurstøðan er, at myndin helst er tikin í síðsta mánað.

Yvirgangsfelagsskapurin, ISIL, burturflutti norðmannin og ein kinesarar í Sýria í januarmánaði í ár.

ISIL krevur stóra upphædd frá Noregi afturfyri at lata norðmannin leysan.

Síðani januar hava norskir myndugleikar arbeitt við at fáa hann latnan leysan.

Áhuga fyri borgarakrígnum

Norðmaðurin, sum er gísli hjá ISIL, hevur skrivað á sosialu miðlunum, at hann kom til Idlib í Sýria í januar í ár. Hann hevur lagt út fleiri greinar og videobrot um ófriðin í landinum. 

Yvirgangsgranskarin, Lars Gule, sigur, at tað, sum norðmaðurin fleiri ferðir hevur skrivað á Facebook, bendir á, at hann hevur havt stóran áhuga fyri borgarkrígnum í Sýria.

- Og er hann í Idlib-landspartinum í Sýria, so bendur nógv á, at hann er í hóslag við islamistar, sum stríðast móti ISIL, sigur Raffaello Pantucci. - Bretland hevur staðið við sítt og hevur ikki latið loysipening fyri gíslar. Úrslitið av tí hevur tó verið, at vit hava sæð fleiri bretskar ríkisborgarar verða avrættaðar.

Einki loysigjald

Norski forsætisráðharrn, Erna Solberg, boðaði fyrr í vikuni frá, at Noreg fer ikki at rinda loysigjald til yvirgangsfólk. 

Norski rithøvundin, Kjetil Stormark, sigur, at slíkar útmeldingar gera tað torførari hjá Noregi at fáa samskifti í lag við rænararnar. 

ISIL sigur einki um hvar og nær hann varð tikin til gísla.

Fakta:

ISIL hevur valdið í stórum pørtum av Irak og Sýria.

Yvirgangsfelagsskapurin hevur fyrr dripið sínar gísar og víst avrættingarnar í video-brotum, sum eru løgd út á netið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. desember
Bolero - 29. desember 2024
185657
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta í Kollafjarðar kirkju
185654
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984