B36 er føroyameistari

B36 er føroyameistari
B36 vann 2-1 ímóti TB, og NSÍ spældi javnt ímóti HB. Tí hevur B36 longu nú tryggjað sær FM-heitið í ár
B36 tryggjaði sær sunnudagin føroyameistaraheitið í Effo-deildini, hóast trý umfør eru eftir at spæla í deildini
Mynd: faroephoto.com  
 
13.09.2015 - 17:48

"Vit hava ein sterkan og breiðan hóp. Og so hava vit einstaklingar, sum kunnu avgera dystir. Hetta er fantastiskt at vera partur av".

Soleiðis segði Jónas Tór Næs um føroyameistaraheitið, sum hann og B36 hava tryggjað sær í dag. 

Ímeðan B36 vann á TB, spældu NSÍ og HB javnt í Runavík, og hetta merkir, at B36 er føroyameistari, hóast trý umfør framvegis eru eftir.

Dysturin í Runavík endaði við málleysum javnleiki.

Í hinum endanum á stigatalvuni tók AB eitt trivaligt fet rætta vegin frá niðurflyting, tá ið teir vunnu 2-1 á TB.

Liðini bæði vóru jøvn í stigum undan dagsins dysti, og við sigrinum leggur AB tí trý stig ímillum seg og TB.

EB/Streymur sleppur ikki undan niðurflyting í ár, sjálvt um sundalagsmenn vunnu 2-1 ímóti Víkingi í dag.

Sigurin kom tó væl við hjá EB/Streymi og pyntar teimum um støðuna í kappingini.

Í Fuglafirði spældu ÍF og KÍ javnt í einum spennandi dysti, har bæði liðini høvdu møguleikar fyri at ogna sær øll trý stigini.

Dysturin endaði 1-1, og liðini fáa tí hvør sítt stig.

Úrslitini í 24. umfari

B36 - TB    2-1
1-0  Høgni Eysturoy, 53. min.
1-1  Patrik Johannesen, 59. min.
2-1  Hanus Thorleifsson, 65. min.

AB - FC Suðuroy    2-1
1-0  Dion Splidt, 17. min.
2- 0 Dion Splidt (brotsspark), 28. min.
2-1  Palli Augustinussen, 50. min.

NSÍ - HB    0-0

EB/Streymur - Víkingur    2-1
1-0 Arnar Dam, 50. min.
2-0 Niels Pauli Danielsen, 62. min.
2-1 Magnus Jarnskor, 86. min.

ÍF - KÍ    1-1
0-1  Atli Danielsen 5. min.
1-1 Clayton Soares 50. min.


Støðan eftir 24. umfar

B36 57 stig
NSÍ 47 stig
Víkingur 44 stig
HB 37 stig
KÍ 35 stig
ÍF 26 stig
TB 24 stig
AB 22 stig
FC Suðuroy 19 stig
EB/Streymur 10 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096