Tunlar skulu fíggja bryggju í Fuglafirði

Tunlar skulu fíggja bryggju í Fuglafirði
Kommunan hevur fingið eitt boð upp á goymslutunlarnar, men enn vantar fígging
 
16.09.2015 - 11:29

Býráðið í Fuglafirði setur álit sítt á, at goymslutunlarnir, sum nú eru lýstir til sølu, kunnu fíggja ein part av frystibryggjuni, ætlanin er at byggja í býnum.

Vinnunevndin og Tekniska nevnd hjá býráðnum viðgjørdu støðuna fyri einum mánaði síðani.

Tær heittu á Fíggjarnevndina um at viðgera fíggingina sum skjótast. Eftir eru at fíggja okkurt um fimm milliónir krónur.

Kommunan lænti átta milliónir krónur frá Norðoya sparikassa til íløgur í ár. Tvær milliónir vóru ætlaðar til frystibryggjuna. Harafturat er brúkt ein millión til arbeiðið.

Eitt boð komið

Kommunan hevur fingið eitt tilboð frá J og K Petersen. Tað er 6,5 mió. kr. umframt meirvirðisgjald. 

Men kommunan fær ikki gjørt sáttmála við byggifelagið, tí fimm milliónir krónur vanta í fígging.

Býráðið vónar at hava hesar milliónirnar, tá tunlarnir eru seldir.

Men býráðið hevur tó samtykt fyrst at taka byggikreditt upp á fimm milliónir krónur, sum so skal gjaldast aftur, tá tunlarnir eru seldir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735