- Tíðindi, mentan og ítróttur
Henrik Old fær frágreiðing um tunlarnar
Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar fer nú at biðja um fund við nýggja landsstýrismannin, Henrik Old, um verkætlanina.
Og vil Henrik Old hava frágreiðingina, sum undanmaður hansara, Jørgen Niclasen, bað um, so fær hann frágreiðingina, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum.
Fíggjarmálaráðið bað um frágreiðing um avgerðina hjá felagnum um at lata norskari fyritøku, Norconsult, arbeiði, sum føroyska vinnan sigur saktans kundi verið gjørt í Føroyum.
Frágreiðingin liðug
Frágreiðingin er um at vera liðug, sigur Teitur Samuelsen.
Norconsult skal gera forprojekt og útbjóðingartilfar fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Nú í vikuni fara fólk vestan fyri Skálafjørðin at kunna síggja, hvar tunnilsmunnin verður teirra megin fjørðin, tí nú fara maskinur at grava sunnan fyri kirkjuna við Sjógv fyri at vita, hvussu djúpt er niður á helluna.
Hetta verður eisini gjørt í Runavík, í Traðardali og innan fyri Hvítanes. Landsbyggifelagið stendur fyri hesum arbeiði.