Slovenia brúkti táragass

Slovenia brúkti táragass
Politiið í Slovenia brúkti táragass móti flóttafólki, sum vóru savnað við Marmica-marknaliðið millum Slovenia og Kroatia fríggjakvøldið
Tað var rokaligt á markinum millum Slovenia og Kroatia í gjárkvøldið, tá politiið í Slovenia brúkti táragass móti flóttafólki
Mynd: AP  
 
19.09.2015 - 10:08

Tað var rokaligt á markinum millum Slovenia og Kroatia í gjárkvøldið. Politiið í Slovenia brúkti táragass móti flóttafólki, sum vóru savnaðir við Marmica-marknaliðið millum londini bæði.

Hetta hendi tá flóttafólkini, sum vóru fleiri hundrað í tali, royndu at troðka seg framvið politistunum fyri at sleppa inn í Slovenia. Millum flóttafólkini vóru eisini børn.

Samanbrestirnir vóru fáar tímar eftir at stjórnin í Slovenia boðaði frá, at hon umhugsar at gera eina sonevnda trygga landgeil, sum flóttafólkini kunnu ganga ígjøgnum.

Vilja víðari til Eysturríkis og Italia

Fleiri av flóttafólkunum ætla sær ikki at vera verandi í Slovenia, men vilja víðari til Eysturríki og Italia. Yvir 1000 flóttafólk vórðu skrásett í Slovenia í gjár.

Í Kroatia bíða fleiri hundrað flóttafólk at sleppa inn í landið. Í gjár komu nógv flóttafólk til Kroatia. So nógv, at myndugleikarnir avgjørdu at lata teimum bussar, sum kundu koyra tey til markið til Ungarn.

Bara eftir einum samdøgri vórðu yvir 4.400 flóttafólk til ukrainska markið gjøgnum Kroatia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327