Skuldsettur kommunulækni skal mentalkannast

Skuldsettur kommunulækni skal mentalkannast
Heilsustýrið hevur fingið frágreiðingar frá skuldsetta læknanum og kvinnunum, sum hava meldað hann
 
21.09.2015 - 15:05

Kommunulæknin, sum er skuldsettur fyri kynsligan ágang móti 13 kvinnum, skal nú mentalkannast.

Kanningin verður gjørd á rættarpsykiatrisku deildini undir danska løgmálaráðnum. 

Heilsustýrið hevur fingið frágreiðingarnar hjá skuldsetta læknanum um læknakanningarnar, sum hann er meldaður fyri, og frágreiðingarnar hjá kvinnunum. 

Heilsustýrið fer nú at gera læknafakliga meting um undirlívskanningarnar, um tær vórðu gjørdar sambært forskriftunum fyri slíkum kanningum.

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at svarið frá Heilsustýrinum fer at viga nógv, tá avgerast skal, um skuldsetti læknin skal ákærast.  

Skuldsettur í fjør

Tað var í juli í fjør, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum. 

Síðani meldaðu fleiri kvinnur sama kommunulækna til løgregluna, og nú eru tær vorðnar 13 í tali. 

Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og revsilógina. Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd.

Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Í september í fjør varð hann fyribils loystur úr starvi sínum sum kommunulækni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763