Skulu lúka krøvini

Skulu lúka krøvini
Norðurlandaráðið fer at gera eina roynd at steðga læknum, sum ikki liva upp til krøvini, at flyta runt í norðurlondum og arbeiða
 
11.10.2015 - 17:03

Norðurlandaráðið fer seinni í mánaðinum at gera eina roynd at steðga læknum og øðrum heilsustarvsfólkum, sum ikki liva upp til krøvini, at flyta runt í norðurlondum og arbeiða, hvørja ferð klagur koma og myndugleikar byrja at spyrja. 

Málið kemur fyri á Norðurlandaráðsfundi í Reykjavík seinni í mánaðinum. Hetta er ikki fyrstu ferð at hetta málið er uppi at venda. 
Málið hevur verið á dagsskránni í norðurlandaráðshøpi seinastu fimm árini, men á fundinum í Reykjavík seinni í mánaðnum er málið ovast á dagsskránni. 

Trupulleiki kendur í Føroyum

Trupulleikin er ikki ókendur í Føroyum. Fyrr í ár kom undan kavi, at belgiski sálarlæknin Piet Cassier hevði arbeitt á psykiatrisku deild á landssjúkrahúsinum, hóast heilsustýrið kannaði hann og hóast hann ikki hevði loyvi at skriva serlæknaváttanir. Hann var burturvístur, tá tað kom undan kavi. 

Heilsumálaráðharrarnir í Norðurlondum meintu í fjør ikki, at ein felags norðurlendsk skipan er rætti vegurin at fara, hóast Norðurlandaráðið mælti til tað. í ár hevur Norðurlandaráðið enn einaferð mælt til eina felags norðurlendska skipan og tí er ávísur spenningur um, hvat svarið verður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV