Uppskot um pensjónsnýskipan kemur um eitt ár

bannari
Uppskot um pensjónsnýskipan kemur um eitt ár
Næsta heyst kemur uppskot um pensjónsnýskipan, segði landsstýriskvinnan í almannamálum tá Løgtingið viðgjørdi uppskot um fíggjarlóg fyri 2016
 
15.10.2015 - 08:06

Landsstýriskvinnan segði, at arbeiðið at gera pensjónsnýskipanina fer at byggja á somu meginreglur sum higartil, men harafturat verður spurningurin viðgjørdur um størri samhaldsfesti í skipanini.

Málið er at fáa semju næsta vár, segði landsstýriskvinnan í løgtinginum. Hon nevndi eisini onnur mál, sum hon hevur raðfest. Eitt mál er minni barnafátækradømi og størri trivnaður hjá teimum, sum eiga børn, og at fáa tey, sum lesa uttanlands, heim aftur, tá tey eru liðug.

Næsta ár verða endurvenjing og endurmenning uppraðfest hjá fólki, sum hava verið sjúk ella skadd.

Nevnd skal varða av endurvenjingini

Landstýriskvinnurnar í almannamálum og í heilsumálum eru samdar um at seta eina nevnd við umboðum fyri allar partar, sum varða av endurvenjingini. Nevndin skal tryggja, at fólk fáa eina samanhangandi tænastu.

Lógin frá 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, tað eru tillagað størv og avtalað løn, skal eftirmetast fyri 1. januar 2016. Hendan eftirmeting verður nú, segði Eyðgunn Samuelsen í løgtinginum.

Hon ásannaði eisini, at vaksandi útreiðslurnar hjá skipanini eru ein avbjóðing. Landsstýriskvinnan í almannamálum upplýsti í løgtinginum, at Bústaðir hava lovað at byggja ein stovn við 12 plássum til fólk við menningartarni á Karlamagnusarbreyt í Havn

Bíðilisti í Vágum og Norðstreymi

Ein stovnur verður eisini bygdur í Blómubrekku í Havn, við 12 plássum til fólk við sálarsjúku. Men hetta nøktar ikki allan tørvin.

Sambært bíðilistunum næstu trý árini bíða tíggju fólk eftir bústaði í Vágum og Norðstreymi og 22 í Suðurstreymi.

Eyðgunn Samuelsen nevndi eisini møguleikan at seta av pengar frá fyrsta degi til at viðlíkahalda nýggjar bygningar fyri at sleppa undan stórum játtanum til viðlíkahald seinni.

Javnstøðulógin endurskoðast

Landstýriskvinnan í almannamálum raðfestir eisini heildarætlanina um kynsligan ágang og javnstøðumál, sum nú eru í Almannamálaráðnum.

Javnstøðulógin skal endurskoðast og ein javnstøðupolitikkur skal orðast fyri at fáa ungar kvinnur at støðast í Føroyum, segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tá hon kunngjørdi fyri løgtinginum, hvat hon fer at leggja dent á í politikki sínum.

Eyðgunn Samuelsen segði eisini, at brúk verður fyri 30 milliónum krónum um árið næstu fýra árini til viðlíkahald og nýbygging. Eyðgunn Samuelsen umsitur 1,4 milliardir krónur í fíggjarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357