Sigarettstubbar dálka havumhvørvið

Sigarettstubbar dálka havumhvørvið
Tað vísir nýggj gransking. Tungmetall, nikotin og krabbameinelvandi evni fara út í havumhvørvið
 
18.10.2015 - 17:09

Skaðin, sum royking hevur á heilsuna, hava vit vita um leingi, men hvussu sigarettir og sigarettfiltur ávirka umhvørvið, vita vit hinvegin lítið um.

Granskarar hava nú fyri fyrstu ferð kannað, hvørja ávirkan sigarettfiltur og eiturevni og mikrofibur, sum eru í sigarettfiltrunum, hava á lívið í havninum. 

Ávirkar ormverur

Royndir eru gjørdar við ormveruni, havbustorminum. Ormveran er 15 semtimetrar long og heldur til á havsins botni, har hon grevur seg niður í sandbotn.

Í kanningini varð ormveran í sjógvi útsett fyri evnum frá brúktum sigarettfiltrum, har konsentrartiónin var 60 ferðir lægri, enn hon vanliga er.

Úrslitið vísir, at ormveran brúkti nógv longri tíð at grava seg niður í sandbotnin og misti meira enn 30 prosent av síni kropsvekt.

Ávirkar DNA'ið

- Harumframt fekk helvtin av ormverunum skaða á DNA'ið, samanborið við ormverur, sum vóru í ó-ávirkaðum umhvørvi, sigur Kevin Thomas, ið er vatn og havgranskari við norska instituttið NIVA.

Brúkt sigarettfiltur kunnu skaða umhvørvi upp á fleiri mátar. Tey kunnu innihalda eiturevni, eitt nú tungmetal, nikotin og krabbameinselvandi evni, til sjógvurin upploysir filtrið og breiðir evnini út.

Dálka í fleiri ár

Filturbitlarnir kunnu eisini verða etnir, og tá fara teir víðari í skipanini.

Bitlarnir, mikrofiprið bioplast, og tilhoyrandi umhvørviseitur, verða liggjandi í havinum og kunnu áhaldandi leka kemikaliu í upp til 10 ár.

4,5 milliardir sigarettfiltur verða tveitt burtur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533