Eldur kom í hús av teldlum

Eldur kom í hús av teldlum
Eldur kom mikukvøldið í eini sethús í Skálavík av teldlum, sum lógu og løddu á einum køksborði
Eldur kom mikukvøldið í eini hús í Skálavík av tveimum teldlum ið løddu
Mynd: Kort: Google Earth  
 
22.10.2015 - 07:59

Løgreglan fekk um sekstíðina í gjárkvøldið fráboðan um, at eldur var í einum húsum í Skálavík. Talan var ikki um stóran eld.

Eldur var komin í ein ella tveir teldlar, sum stóðu á einum køksborði og løddu. Hitin frá teldlunum hevur verið so mikið nógvur, at eldur var komin í pappír, sum lógu á borðinum og eldur kom eisini í borðplátuna.

Tvær smágentur vóru inni, og tær boðu frá eldinum. Sløkkiliðið í Skálavík kom á staðið og tveitti teldlarnar á dyrð og sløkti eldin, sigur Kristian Dahl, vaktleiðari á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070