Atsókn hevur nú kravt tvey mannalív

Atsókn hevur nú kravt tvey mannalív
Atsóknin at einum svenskum skúla í býnum, Trollhättan, fyrrapartin hevur fyribils kravt tvey lív. Gerningsmaðurin hevði fleiri vápn, tá hann leyp á
Fyribils eru tvey fólk deyð eftir einum atsókn at einum skúla í svenska býnum, Trollhättan, fyrrapartin
Mynd: AP  
 
22.10.2015 - 14:56

- Hetta er ein tann álvarsamasta hendingin í svenskari søgu. Tað sigur Thomas Fuxborg, talsmaður hjá svensku løgregluni, eftir atsóknina at einum svenskum skúla í býnum Trollhättan fyrrapartin.

Nú er staðfest, at atsóknin hevur kravt tvey mannalív. Tá løgreglan varð boðsend í morgun, hevði gerningsmaðurin dripið eitt fólk.

Umframt 21 ára gamla gerningsmannin, vórðu tveir næmingar, 12 og 15 ára gamlir, lagdir undir skurð, og ein lærari. Men tað er ógreitt, hvør av hesum fýra nú er deyður.

Greinin heldur fram niðanfyri

Blaðið Sydsvenskan skrivar, at tað er annar av næmingunum, sum hevur latið lív. Thomas Fuxborg, talsmaður hjá løgregluni, sigur, at løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, og fer nú at gera rannsóknir, har hann býr.

Sambært løgregluni trokaði 21 ára gamli maðurin seg í gekkaskorti inn á skúlan, og hann býr í Trollhättan. Løgreglan sigur, at maðurin hevði fleiri vápn, sum líktust knívi.

Talan er ikki um ein fyrrverandi næming, sigur løgreglan, sum tó ikki vilja greiða nærri frá, hvør gerningsmaðurin er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juni
Morgunlestur mánadagur 15.juni 2026
209561
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678