Halda ikki vegleiðing eigur at setast í gildi

Halda ikki vegleiðing eigur at setast í gildi
Handilsfólk fáa ikki nógv burtur úr at lesa vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld, heldur Handilsvinnufelagið
Stirvið løgfrøðiligt mál í vegleiðingini ger ikki lógina um marknaðarføring skilligari hjá teimum, sum brúka lógina. Handiskvinnufelagið mælir tí Brúkaraumboðnum frá at seta vegleiðingina, sum hon nú er orðað, í gildi
 
02.11.2015 - 10:30

Stirvið løgfrøðiligt mál í vegleiðingini ger ikki lógina um marknaðarføring skilligari hjá teimum, sum brúka lógina. Handiskvinnufelagið mælir tí Brúkaraumboðnum frá at seta vegleiðingina, sum hon nú er orðað, í gildi.

Endamálið við vegleiðingini var annars at fáa greiðu á, hvussu handilsvinnan eigur at bera seg at, tá ómaksgjøld verða broytt, og hvørji rættindi, brúkarin hevur, og hvørjar skyldur fyritøkan hevur.

Tað er miseydnað sambært Handilsvinnufelagnum. Felagið sigur, at av tí at vegleiðingin er skrivað á heldur stirvnum løgfrøðiligum máli, tykist hon ikki vera vegleiðing, sum serliga er ætlað vinnuligum fyritøkum.

Vegleiðingin lættir ikki um

Vegleiðingin fer ikki at gera tað lættari hjá vinnuni at halda marknaðarføringarlógina. Vegleiðingin ger tað ikki lættari at skilja lógina. Hon er rætt og slætt ikki nóg brúkaravinarlig.

Handilsvinnufelagið biður Brúkaraumboðið um at tilskila júst hvørji feløg ella hvat slag av fyritøkum skulu brúka vegleiðingina. Og Handilsvinnufelagiðið vil eisini hava Brúkaraumboðið at bjóða til hoyringarfund

Har verður møguleiki er at greiða frá endamálinum við vegleiðingini og svara spurningum frá vinnuni og hoyra hennara sjónarmið um vegleiðingina.

Vegleiðingin er um grein 15 í lógini um marknaðarføring, sum er um møguleikan at broyta ómaksgjøld ella áleggja nýggj ómaksgjøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. januar
Nú er kósin sett og vit hyggja at 2026
202259
Mánadag 5. januar
Morgunlestur mánadagur 5.januar 2025
202087
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150