- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri heimildarsvik
Fyrrverandi leiðarin í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 og býráðspolitikari hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, Levi Mørk, varð í dag dømdur fyri heimildarsvik, mandatsvik.
Føroya rættur gav honum fekk treytaðan dóm, tríggjar mánaðir, og royndartíðin er eitt ár. Í hesum árinum skal hann vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini og gera 80 tíma ólønta samfelagstænastu.
Hann skal eisini rinda sakarkostnaðin. Men hann skal ikki rinda Tórshavnar kommunu 49.000 kr., sum kravt varð.
SÍ EISINI Verjin ynskir frídøming
Føroya rættur sigur, at Levi Mørk ávísti einari kvinnu, sum gjørdi reint í Klubb 188, løn fyri ov nógvar tímar, fleiri tímar enn starvið var normerað til og fleiri tímar enn kvinnan sjálv segði, hon arbeiddi.
Hann visti, sigur rætturin, at hann skrivaði ov nógvar tímar, tá hann boðaði umsitingini hjá kommununi frá, hvussu nógvar tímar, kvinnan hevði arbeitt. So hann misbrúkti støðu sína sum leiðari.
Men tímarnir vóru ikki so nógvir, sum Tórshavnar kommuna og ákæruvaldið vilja vera við. Tað er ikki prógvað, sigur rætturin. Kvinnan hevur sjálv goldið kommununi 60.000 kr. aftur.
SÍ EISINI Noktar seg sekan: Ákærdur fyri heimildarsvik
Tað svarar til tað, sum hon fekk ov nógv í løn í 2012 og 2013. Tí skal Levi Mørk ikki rinda 49.000 kr. Vil kommunan hava tær, noyðist hon sjálv at stevna eftir teimum.
Kravið hjá kommununi var 109.000 kr. Og tí vóru 49.000 kr. eftir, tá kvinnan hevði goldið 60.000 kr. Rætturin sigur, at dómurin er treytaður, tí persónligu viðurskiftini hjá Levi Mørk eru góð, og hann er ikki revsaður áður.
Tað er ikki prógvað, sigur rætturin, at Levi Mørk sjálvur fekk nakran vinning burtur úr at ávísa kvinnuni ov nógva løn. Christian Andreassen, verji, sigur, at teir hava ikki avgjørt enn, um málið skal roynast í Landsrættinum.