Bíligari at víðka tunlarnar

Bíligari at víðka tunlarnar
Tað verður umleið 45 milliónir krónur bíligari enn víðka báðar tunlarnar Norður um Fjall heldur enn at byggja nýggjar
Tveir nýggir tunlar verða mettir at kosta 360 milliónir krónur. Arbeiðið at víðka verandi tunlar er mett at kosta 315 milliónir krónur
 
25.11.2015 - 16:23

Tveir nýggir tunlar verða mettir at kosta 360 milliónir kr. Kostnaðarmetingin er dagførd við royndunum frá Viðareiðistunlinum.

Tað upplýsir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, sum spurdi um málið.

SÍ EISINI Vil hava tunlarnar Norður um Fjall framskundaðar

Ein norsk rágevarafyritøka hevur gjørt skitsuprojekt og meting fyri Landsverk, hvat tað kostar at víðka verandi tunlar.

Kostnaðurin er millum annað tengdur at, hvussu nógv tað ber til at steingja tunlarnar, meðan arbeitt verður.

Arbeiðið mett at kosta 315 milliónir

Slepst gjøgnum tunlarnar tríggjar ferðir um dagin - morgun, seinnapart og um kvøldið - fer tað at kosta 315 milliónir krónur at víðka teir.

Verða tunlarnir stongdir heilt fyri ferðslu, er kostnaðarmetingin 290 milliónir kr., men tá má roknast við, at ferja má setast í sigling, og tað er ikki tikið við í kostnaðarmetingina, sigur Henrik Old.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spurdi eisini um trygdarviðurskiftini í tunlunum Norður um Fjall. Henrik Old sigur, at ein tilbúgvingarætlan fyri tunlarnar varð gjørd í 2011 saman við sløkkiliðunum, sjúkrahúsinum og løgregluni.

Ferðslan skal stýrast við ferðsluljósum

Til tess at bøta um møguleikarnar at samskifta millum partarnar í tilbúgvingini, verða forstyrkjarar settir upp í báðum tunlunum í ár.

Rýmingarljós og eldsløkkjarar eru settir upp í Hvannasundstunlinum, og sama trygdarútgerð verður sett upp í Árnfjarðartunlinum. Tað verður liðugt í hesum árinum.

Trupulleikar eru javnan við ferðsluni í tunlunum, tí stór akfør kunnu ikki møtast. Landsverk arbeiðir við at stýra ferðsluna við ferðsluljósum.

Skelti heldur enn automatiskar bummar

Stór akfør skulu steðga fyri reyðum ljósi, um onnur stór mótkoyrandi akfør eru í tunlinum. Arbeitt verður við at fáa skipanina setta upp í ár ella fyrst í nýggja árinum.

Ætlanin er ikki at seta automatiskar bummar upp við tunnilin, men at nýta skeltini, sum verða nýtt til ferðslustýringina at steingja tunnilin.

Skeltini verða fjarstýrd, so tunnilin verður stongdur so skjótt sum til ber, tá boðað er frá óhappi, sigur Henrik Old landsstýrismaður, í svarinum til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804