Hópgrøv funnin í Irak

Hópgrøv funnin í Irak
Hópgrøv við mannaleivdum av 123 fólkum funnin nærhendis Sinjar norðantil í Irak, har Islamskur Statur nýliga varð rikin burtur av kurdiskum herliðum
Hópgrøv funnin norðantil í Irak
Mynd: Ritzau  
 
29.11.2015 - 10:25

Hetta skriva ritzau og afp. Hópgrøvin er full av bumbufellum, sigur umboð fyri myndugleikarnar á staðnum.

Hópgrøvin er ikki latin upp, men tey deyðu liggja ikki djúpt niðri, og regnið hevur avdúkað fleiri av líkunum. Hópgrøvin, ið er funnin 10 kilometrar vestanfyri Sinjar, er tann sætta, ið er funnin nærhendis býin, eftir at Islamskur Statur er flýddur úr býnum.

Bólkurin tók økið í august í fjør og fór síðani at jagstra tey sonevndu yazidarnar - ein etniskur minniluti norðanfyri Irak - út úr býnum við hóttanini um, at tey vórðu tikin av døgum, um tey ikki vendu um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425