Fyrsta kvinnan vald í Saudi Arabia

Fyrsta kvinnan vald í Saudi Arabia
Val var ígjár í Saudi-Arabia, har kvinnur fyri fyrstu ferð sluppu á val, - bæði sum veljarar og sum uppstillað valevni
 
13.12.2015 - 12:45

Ein kvinna er fyri fyrstu ferð vald inn í politikk í Saudi Arabia. Tað skrivar AFP-tíðindastovan, sum endurgevur formannin fyri almennu valnevndina í landinum, Osama al-Bar, sum keldu.

Kvinnan, Salma bint Hizab al-Oteibi, hevur sambært AFP vunnið sess í Mekka á søguliga lokal-valinum í gjár.

Saudi-arabiska tíðindastovan, SPA, skrivar, at hon er vald í Madrakah-býarpartinum.

Val var ígjár í Saudi-Arabia, har kvinnur fyri fyrstu ferð sluppu á val, - bæði sum veljarar og sum uppstillað valevni.

Tilsamans høvdu 978 kvinnur skrásett seg sum valevni, meðan 5.938 menn vóru uppstillaðir, skrivar BBC.


Sambært Saudi-arabiskum myndugleikum høvdu umleið 130.000 kvinnur valrætt til valið við at skráseta seg. Tað sama er galdandi fyri umleið 1,35 miljónir mannfólk.

Konservativa kongsdømi er, sambært AFP-tíðindastovuni, tað síðsta í heiminum, har tað til í dag bert hava verið menn, sum eru slopnir at atkvøða.

Valrætturn hjá kvinnum verður í Saudi Arabia bert hildið at verða lítið framstig í einum landi, har kvinnur framvegis ikki hava loyvi at kyra bil, og skulu fjala andlit og alt, tá tær ferðast uttanfyri heimið.

Valini hava heldur ongan serligan týdning, tí framvegis eru avmarkingar fyri valunum. Kvinnur sleppa ikki einsamallar á val, men maðurin skal fylgja teimum og fara við inn í klivan, har tær skulu greiða atkvøðu. Og kvinnurnar, sum eru uppstillaðar, mugu bert føra valstríð millum kvinnur.

Kongsdømið loyvir tó ikki møguliga "vandamiklum" kvinnum at stilla upp.

Millum annað varð Loujain Hathloul noktað at stilla upp, tí hon fyrr er dømd fyri at hava koyrt bil.

Ein annar kvinnuligur politikari, Nassima Al-Sadah, er eisini útihýst. Hon er mannarættindastríðskvinna og er útbúgvin á altjóða demokratiska instituttinum, men var tikin av listanum, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459