Gleð teg: House of Cards byrjar skjótt aftur

Gleð teg: House of Cards byrjar skjótt aftur
Í mars verða nýggir partar í røðini House of Cards tøkir á Netflix. Sí brellbitan, til nýggju partarnar í vælumtóktu røðini, í greinini her
Fjórða mars koma nýggir partar í røðini House of Cards á Netflix. Sí brellbitan til nýggju partarnar í greinini
Mynd: Skíggjamynd/Úr brellbitanum hjá Netflix  
 
16.12.2015 - 15:25

Ert tú ein av teimum, sum tey skjótt trý seinastu árini hevur fylgt við amerikonsku sjónvarpsrøðini, House of Cards, kanst tú so smátt fara at gleða teg aftur.

Sí brellbitan niðanfyri

Fjórða mars verða nýggir partar tøkir á netmiðlinum Netflix, har røðin hevur sín uppruna, kunngjørdi framleiðarin á sosiala miðlinum, Twitter, í morgun.

Greinin heldur fram niðanfyri

House of Cards sjónvarpsrøðin er um politikaran, Frank Underwood, ið náðileyst beinir allar neyðugar forðingar burtur fyri at gerast amerikanskur forseti.

Sjónvarpsrøðin er bygd á eina stuttrøð hjá BBC. House of Cards var fyrsta royndin hjá Netflix at gera eina uppruna sjónvarpsrøð, ið bara er at síggja á Netflix.

Brellbiti: House of Cards, Season 4

Í triðju røðini av vælumtóktu sjónvarpsrøðini, sum var tøk á Netflix í februar, hevði danski sjónleikarin, Lars Mikkelsen, leiklutin sum russiskur forseti.

 

79 dagar...

Posted by Kringvarp Føroya on 16. desember 2015

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952