Alsamt fleiri søkja um friðskjól í Danmark

Alsamt fleiri søkja um friðskjól í Danmark
5039 fólk søktu í november um friðskjól í Danmark, men nú røkist fyri at talið er at minka.
Nógv fleiri fólk hava søkt um friðskjól í Danmark í ár enn onnur ár.
 
22.12.2015 - 09:11

Tøl frá danska útlendingstýrinum vísa, at í oktober í ár søktu 3646 fólk um friðskjól í Danmark, og sostatt vóru bæði november og oktober metmánaðir. 

Tær fyrstu tvær vikurnar í desember søktu 1400 fólk um friðskjól, og tí bendir nógv á, at talið av umsøkjarum nú fer at minka.

Inger Støjberg, útlendinga-, integratións- og bústaðarmálaráðharri sigur í tíðindaskrivi, at nú danska stjórnin hevur hert treytirnar fyri flóttafólk og tey sum søkja um friðskjól, so tykist talið at minka í desember.

Serliga fólk úr Miðeystri 

Higartil í ár hava 18.492 fólk søkt um friðskjól í Danmark í ár. Talið av umsøkjarum í fjør var 14.792.

Serliga er talið av umsøkjarum úr Sýria, Iran, Afganistan og frá fólki uttan ríkisborgaraskap, vaksið. 

Tilsamans 2364 iranar hava søkt um friðskjól í ár - í fjør søktu 300 iranar um friðskjól í Danmark.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327