OPEC: Oljuprísurin fer at hækka

OPEC: Oljuprísurin fer at hækka
Oljufelagskapurin væntar, oljuprísurin fer at hækka komandi árini. Í 2020 fer ein tunna av olju at kosta 61 dollarar, sambært OPEC
Oljuprísurin fer í framtíðini at hækka, men ikki so ógvusliga sum prísurin gjørdi fyrr, væntar oljufelagsskapurin, OPEC
 
23.12.2015 - 16:52

Í dag, Tollaksmessudag verður oljan kring heimin seld fyri beint undir 37 dollarar fyri tunnuna, og nú boðar oljufelagskapurin, OPEC, frá, at oljuprísurin aftur fer at hækka, men ikki so ógvusliga sum fyrr.

Metingin hjá OPEC er, at oljuprísurin fer at hækka í miðal fimm dollarar um árið, so prísurin í 2020 verður góðar 61 dollarar fyri tunnuna í 2020.

Miðaloljuprísurin fyri 2015 er 55 dollarar fyri tunnuna. Eftir metingunum hjá OPEC skuldi tað givið ein prís uppá 80 dollarar fyri tunnuna í 2020.

Ymiskar meiningar um oljuprísin

Men veruleikin er ein annar, tí á oljubørsinum í New York, verður olja, sum skal latast í desember í 2020, seld fyri 53 dollarar fyri tunnuna.

Tað er stórur munur á, hvussu OPEC metir útlitini, í mun til onnur sum selja olju. Metingin hjá OPEC er, at í 2040 verður grøn orka bert 4,3 prosent av samlaðu orkunýtsluni, meðan olja fer at standa fyri 53 prosentum.

Tí verður neyðugt við íløgum fyri 68.000 milliardir kr. til 2040, um eftirspurningurin eftir olju skal vera nøktaður, stendur í frágreiðingini frá OPEC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373