Pávin: Gevið brúkaramentanini minni gætur

Pávin: Gevið brúkaramentanini minni gætur
Gevið teimum einføldu virðunum í lívinum rúmd, og legg minni í tað materiella, var boðskapurin hjá Frans páva í prædikuni jólaaftan
Frans pávi heitti í jólaguðstænastuni í gjárkvøldið á heimin um at stýra burtur frá grunnu virðunum, og heldur njóta tey einføldu og veruligu virðini
Mynd: AP  
 
25.12.2015 - 17:30

Tey vóru mong í tali - fólkini, sum jólaaftan vóru komin saman í Pæturskirkjuni í Rom at lýða á siðbundnu prædikuna hjá pávanum.

Frammanfyri tíggjutúsund tals fólkum heitti pávin á heimin um at stýra burtur frá grunnu virðunum, og heldur njóta tey einføldu og veruligu virðini.

- Í einum samfelag, ið er rúsað av tí materiella, tráan eftir njóting, ríkidømi, oyðsli, útsjónd og sjálvkærleika, mælir Jesus okkum til at gera tað, ið er umráðandi í lívinum, segði pávin sambært tíðindastovuni, DPA.

Trygdin vorðin herd

Í jólaprædikuni fanst pávin eisini at "eini mentan av týdningarloysi, sum ikki sjálvdan mennist til eirindaloysi."

Frans pávi fanst eisini at "heiminum, sum alt ov ofta er náðileysur móti syndaranum, men tollyntur ímóti syndini sjálvari."

Trygdin á jólaguðstænastuni varð í ár herd í mun til undanfarin ár. Øll fólk, ið skuldu inn í Pæturskirkjuna í Rom, vórðu kannað áðrenn, skriva útlendskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375