Noyðast helst at rinda fólki pening aftur

Noyðast helst at rinda fólki pening aftur
Bilframleiðarin, Volkswagen, sum í fleiri umførum hevur svikað við tølum fyri dálking, noyðist væntandi at rinda fólki pening fyri svikið
Volkswagen, væntandi noyðist at rinda fólki aftur pening fyri fimta hvønn bil ella keypa nýggja bil til tey, sum er rakt av gøluni
 
07.01.2016 - 16:43

Týska blaðið Süddeutsche skrivar, at týski bilframleiðarin, Volkswagen, væntandi noyðist at rinda fólki aftur pening fyri fimta hvønn bil ella keypa nýggja bil til tey, sum er rakt av gøluni.

Volkswagen hevur í fleiri umførum svikað við umhvørvistølunum. VW hevur sett útbúnað í bilarnar, so bilarnir vístu seg at vera umhvørvisvinarligari, enn bilarnir í veruleikanum vóru.

Hava játtað umfatandi svik

Í summum førum dálkaði bilar 40 ferðir meira enn eftirlit vístu. Í september avdúkaði amerikanski umhvørvisstovnurin, at VW hevði selt umleið 500.000 dieselbilar í USA við framkomnu svik útgerðini.

Seinni hevur stóri, týski bilframleiðarin, Volkswagen, játtað, at hann hevur svikað við útlátinum hjá 11 milliónum Volkswagen-bilum kring allan heimin.

Amerikonsku myndugleikarnir hava kravt, at Volkswagen keypir aftur gølubilarnar. Felagið er í samráðingum við USA, og hevur bjóðað seg til at keypa aftur 115.000 bilar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098