Aðalstjórin: Vestmanna skúli er í tryggum hondum

Aðalstjórin: Vestmanna skúli er í tryggum hondum
Framvegis er ógreitt, nær nýggjur skúlastjóri verður settur
 
09.01.2016 - 12:36

Vestmanna skúli hevur verið í tryggum hondum, hóast fyribilsskúlastjóri hevur verið alt hetta skúlaárið.

Tað sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, við Skúlablaðið, eftir at lærarar hava boðað frá stórari ørkymlan og ótryggleika millum lærararnar av hesi støðuni.

Stjórin, sum var, Ólavur Thomsen, tók í summar við sum stjóri í Fuglafjarðar skúla , og síðani hevur varaskúlastjórin virkað sum fyribilsstjóri í Vestmanna.

Í samrøðu við Skúlablaðið sigur Augusta Egholm Petersen, lærari og álitisfólk, at fyribilsloysnin í Vestmanna hevur umframt ótryggleika, eisini havt við sær, at ongar avgerðir um endaligar loysnir fyri skúlan verða tiknar.

Ov fáar umsóknir

Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla varð annars lýst leyst 20. juli í fjør. Men tá freistin var úti, helt Mentamálaráðið at ov fáar umsóknir vóru - bara tríggjar í tali - og lýsti so starvið leyst av nýggjum.

Enn er eingin settur, tí eingin nýggj umsókn kom, sigur aðalstjórin. Ein av teimum trimum umsøkjarunum hevur eisini tikið sína umsókn aftur. 

Hvussu leingi verandi fyribilsstøða skal valda í Vestmanna skúla, er ógreitt, men aðalstjórin sigur, at fyribilsstjórin hevur fullar heimildir at taka avgerðir í øllum málum, sum skúlastjórastarvið inniber. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345