Nú kunnu fátækar familjur søkja um stuðul

Nú kunnu fátækar familjur søkja um stuðul
Almannaverkið kunnger í morgun, at tað er nú til reiðar at taka ímóti og viðgera umsóknir um familjuískoyti
Nú kunnu húski við lítlari inntøku søkja um familjuískoyti frá Almannaverkinum
 
13.01.2016 - 10:18

Nú kunnu húski við lítlari inntøku søkja um familjuískoyti frá Almannaverkinum. Lógin, sum skal hjálpa fólki í fátækraváða, kom í gildi á nýggjárinum.

Tað ræður um at gera skjótt av, sigur Almannaverkið. Tey, sum søkja nú í januar og fáa umsóknina góðkenda, fáa stuðul fyri januar, men fyrsta útgjaldið verður tó ikki fyrr enn seinni í ár.

Stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barnið, sum er afturat tí fyrsta barninum.

Ískoytið lækkar stigvíst við inntøkuni

Hjá pørum við einum barni er familjuískoytið 22.000 krónur um árið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barnið, sum er afturat tí fyrsta barninum.

Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava árliga inntøku upp til 190.000 krónur um árið, og lækkar ískoytið stigvíst so hvørt sum inntøkan hækkar.

Upplýsingar um familjuískoytið og umsóknarblað eru á heimasíðuni hjá Almannaverkinum, av.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327