Hava skotið dómarnar inn fyri Landsrættin

Hava skotið dómarnar inn fyri Landsrættin
Tá Eystari landsrættur kemur til Føroya næstu ferð, fyrst í mars, skal hann viðgera lutin hjá Sea Shepherd í grindadrápinum í Bø 23. juli í fjør
Sea Shepherd hevur skotið dómarnar, felagsskapurin fekk í Føroya rætti fyri at órógva grindadrápið í Bø í juli í fjør (myndin), inn fyri Landsrættin, sigur advokaturin hjá Sea Shepherd í Føroyum
 
22.01.2016 - 16:08

Altjóða deildin hjá Sea Shepherd, Stichting Sea Shepherd Global, fekk 75.000 kr. í bót, og fýra Sea Shepherd fólk fingu ávikavist 25.000, 30.000 og 35.000 kr. í bót fyri at orógva drápið, tilsamans 165.000 kr.

Men Sea Shepherd hevur skotið dómarnar inn fyri Landsrættin, sigur advokaturin hjá Sea Shepherd í Føroyum, Jógvan Páll Lassen. Tí boðaði hann eisini frá, tá dómarnir fullu í Føroya rætti 7. august í fjør.

SÍ EISINI Dýrt at bróta grindalógina

Ákærin, Linda Hesselberg, segði, at hon fór at mótappellera. Hetta eru fyrstu dómarnir, sum eru sagdir í Føroya rætti eftir at grindalógin bleiv herd.

Tað bar til at viðgera ákæruna móti Stichting Sea Shepherd Global í fjør, tí ein leiðari hjá Sea Shepherd var í grindini í Bø. Hon hevði ferðaloyvi, visum, til Føroya.

Umsóknina um ferðaloyvi hevði Alex Corneliussen, stjóri í Stichting Sea Shepherd Global, undirskrivað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634