Vilja herða krøvini til alivinnuna

Vilja herða krøvini til alivinnuna
Fiskivinnuumsitingin í Noregi vil hava herd krøv fyri at verja umhvørvið móti skaðum, sum kunnu standast av royndunum at beina fyri laksalúsini
Herd krøv eiga at verða sett fyri at verja umhvørvið móti skaðum, sum kunnu standast av royndunum at beina fyri laksalúsini, heldur fiskivinnuumsitingin í Noregi
 
26.01.2016 - 11:26

Fiskivinnuumsitingin hevur sent matvøru- og fiskimálaráðnum eitt uppskot, skrivar hon í tíðindaskrivi. Fýra tiltøk eru í uppskotinum.

Forboð skal setast fyri útláti, tá fleiri avlúsingarhættir verður brúktir í senn á ein hátt, sum ikki er góðkendur, vil fiskivinnuumsetingin hava.

SÍ EISINI Stúra fyri avleiðingum

Kitinsyntesu-tálmarar skulu bara brúkast í alibrúkum, sum lúka strangastu umhvørviskrøv.

Brunnbátar, sum viðgera fyri laksalús, eiga bara at kunna tøma tangarnar í avmarkaðum økjum, sum eru sett av til endamálið.

Alivinnan í Noregi skal skjalprógva, at viðgerðin móti laksalús er umhvørvisliga forsvarlig.

SÍ EISINI Norðmenn ávara ímóti evni at týna laksalús

Samstundis sum fiskivinnuumsitingin tekur stig til at herða krøvini til viðgerð fyri laksalús, fer norska matvørueftirlitið við sínum heilivágsátaki at minka váðan fyri ringari ávirkan á umhvørvið.

Orsøkin til uppskotini hjá norsku fiskivinnuumsitingini er vandin, sum stendst av evnunum, sum verða brúkt til at basa laksalús.

Serliga eru kitinsyntesu-tálmarar og fleiri evni, sum verða brúkt saman og í senn, mett at skaða skeljadjór, so sum hummara, við aliringarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109