Google-móðurfelag yvirhálar Apple

Google-móðurfelag yvirhálar Apple
Apple er ikki longur mest verda felag í heiminum. Alphabet, eitt móðurfelag hjá Google, er nú vert 568 milliardir dollarar
Apple er ikki longur mest verda felag í heiminum. Í gjár varð greitt, at eitt annað tøkni- og teldufelag - Alphabet - nú er tað mest verda í heiminum
 
02.02.2016 - 10:06

Apple er ikki longur mest verda felag í heiminum. Í gjár varð greitt, at eitt annað tøkni- og teldufelag - Alphabet - nú er tað mest verda í heiminum.

Alphabet er móðurfelag hjá millum onnur Google og YouTube, ið eru millum tvær tær mest nýttu heimasíðurnar á netinum yvirhøvur.

Seinasti roknskapurin hjá Alphabet varð kunngjørdur í gjár. Vinningurin vaks meira enn eina milliard krónur bara seinasta ársfjórðing í fjør sambært roknskapinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tá virðisbrævamarknaðirnir lótu aftur í gjár, var partabrævið hjá Alphabet vaksið níggju prosent. Felagið er nú sostatt vert góðar 568 milliardir dollarar.

Í meiri enn 30 ár hava tøkni- og teldufyritøkur verið ovast á listanum yvir mest verdu feløg í heiminum. Tað byrjaði við IBM, síðan átti Microsoft tørn.

Seinastu árini hevur Apple verið mest verda felag í heiminum - til í gjár, tá Google-móðurfelagið, Alphabet, tók við sum mest verda felag í heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762