Stevndur fyri at loyva samkyndum at giftast

Stevndur fyri at loyva samkyndum at giftast
Ein felagsskapur í Danmark hevur stevnt kirkjumálaráðnum fyri at loyva samkyndum at verða vígd í kirkju.
Manu Sareen, fyrrverandi danskur kirkjumálaráðharri
 
06.02.2016 - 18:04

Tað ber í sær, at Manu Sareen, fyrrverandi kirkjumálaráðharri, skal møta í rættinum í mars mánaði at greiða frá tilgongdini at samtykkja lógaruppskotið. 

Manu Sareen boðar sjálvur frá hesum á sínum Facebook-vanga. Tað er felagsskapurin, "Við grundlóg skal land byggjast," sum hevur stevnt kirkjumálaráðnum.

Síðani juni 2012 hevur borið til hjá samkyndum at verða vígd í kirkjum í Danmark. Fólkatingið samtykti 7. juni í 2012 eina lóg um vígsluritual fyri pør av sama kyni.

Táverandi kirkjumálaráðharrin, Manu Sareen úr Radikala flokkinum, var millum teirra, sum strongdu á at fáa lógina samtyktina.

Angar ikki avgerðina

Manu Sareen skrivar á Facebook-vanganum: - Kærleikin vann stríðið, tá samkynd fingu rættin at verða vígd. Tað var ein sigur fyri Danmark, fyri fjølbroytnið og danska frælslyndið, sigur hann.

Tit kunnu draga meg í rættin hiðani og í helheim, men tað broytir ikki, at hetta var rætta avgerðin, skrivar Manu Sareen.

Málið kemur fyri í Eystara landsrætti 31. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979