Stórur vøkstur í íslendsku ferðavinnuni

Stórur vøkstur í íslendsku ferðavinnuni
Ferðafólkini streyma til Íslands. Í 2015 komu útivið 30 prosent fleiri ferðafólk til landið enn í 2014
Í fjør komu ein millión og 300.000 fólk til Íslands við flogfari ella við Norrönu. Tað eru 291.000 fleiri enn í 2014
 
15.02.2016 - 16:46

Í fjør komu ein millión og 300.000 fólk til Íslands við flogfari ella við Norrönu, sigur RÚV, íslendska kringvarpið, í dag.

Tað eru 291.000 fleiri enn í 2014, vøksturin er 29,2 prosent. Harafturat koma tey, sum eru við stóru ferðafólkaskipunum. Tey eru stívliga 100.000.

Fólk koma til Íslands alt árið, ikki bara um summarið. Í fjør komu fleiri fólk til Íslands enn í 2014 hvønn einasta mánað.

Nógv tey flestu ferðafólkini eru úr USA og Bretlandi. Sambært tølunum hjá RÚV komu 18.540 fólk til Íslands við Norrönu í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375