Hann vil hava kringvarpslógina endurskoðaða

Hann vil hava kringvarpslógina endurskoðaða
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, ið sjálvur stóð fyri at leggja útvarpið og sjónvarpið saman, heldur, at kringvarpslógin skal endurskoðast
Kringvarpið er mangan ov populistiskt, og lógin um Kringvarpið eigur at verða endurskoðað, heldur Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum
 
08.03.2016 - 09:50

Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum vil hava lógina um Kringvarpið endurskoðaða. Hann vil hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at seta nevnd við umboðum úr allari tí politisku skipanini at endurskoða og eftirmeta kringvarpslógina.

Tað er serliga við atliti at tveimum sjálvstøðugum tíðindadeildum - ein fyri útvarp og ein fyri sjónvarp - og at herða við krøvini um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð.

Heldur Kringvarpið er ov populistiskt

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jógvan á Lakjuni, at hann heldur, at Kringvarpið á mangan hátt er vorðið ov populistiskt.

Løgtingsmaðurin heldur ikki, at Kringvarp Føroya livir nóg væl upp til sínar skyldur um sakliga upplýsing.

Sjónvarpið og útvarpið vórðu løgd saman fyri 11 árum síðan. Tað var Jógvan á Lakjuni, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, ið stóð fyri samanleggingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213