Misnøgd hóast nýggjan forsætisráðharra

Misnøgd hóast nýggjan forsætisráðharra
Íslendingar eru framvegis misnøgdir við politisku støðuna, hóast landið fekk nýggjan forsætisráðharra, tí tann undanfarni hevði svikað við skatti
Hóast Ísland hevur fingið nýggjan forsætisráðharra, og politikararnir hava givið lyfti um altingsval í heyst, eru íslendingar ikki nøgdir við politisku støðuna í landinum
Mynd: RUV  
 
08.04.2016 - 08:12

Hóast Ísland hevur fingið nýggjan forsætisráðharra, og politikararnir hava givið lyfti um altingsval í heyst, eru íslendingar ikki nøgdir við politisku støðuna í landinum.

Aftur í gjár mótmæltu eini 2.000 fólk uttan fyri altingið í Reykjavík. Tey kravdu, at val verður útskrivað alt fyri eitt.

Politiska kreppan í Íslandi tók seg upp, tá tað frættist, at fyrrverandi forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, varð settur í samband við panamaskjølini um skattaskjól.

SÍ EISINI Íslendingar krevja nýval

Sigmundur Davíð sýtti í fyrstu atløgu fyri at leggja frá sær, men tað endaði við, at hann legði kongin og læt næstformannin í Framsóknarflokkinum, Sigurð Inga Jóhannsson, taka við sum forsætisráðharri.

Men íslendingar eru ikki sissaðir. Misálitið á politikararnar eru framvegis stórt eftir bankakreppuna í 2008.

At tilnevna Sigurð Inga Jóhannsson nýggjan forsætisráðharra, loysir ongan trupulleika í landinum, søgdu tey, sum mótmæltu uttan fyri Altingið í gjár, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425