Lønarútgjaldingar upp um tvær milliardir

Lønarútgjaldingar upp um tvær milliardir
Aftur í fyrsta ársfjórðingi í ár fóru lønargjaldingarnar upp um tvær milliardir krónur. Tað er bara hent einaferð fyrr
Lønarútgjaldingarnar í Føroyum fóru upp um tvær milliardir í fyrsta ársfjórðingi, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni
 
12.04.2016 - 14:38

Bara einaferð fyrr eru lønargjaldingarnar farnar upp tvær milliardir, og tað var seinasta ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu goldnar tvær milliardir og 124 milliónir í lønum.

Tað eru 29 milliónir fleiri enn seinasta ársfjórðing í fjør. Seinasta árið eru goldnar 176 milliónir fleiri í lønum. Vøksturin er níggju prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Tá fíggjarkreppan rakti í 2008, minkaðu lønirnar, og ikki fyrr enn á heysti 2012 varð afturgongdin vunnin innaftur. Síðan var lítil og ongin broyting í eitt ár, men frá fjórða ársfjórðingi 2013 og til í dag, hevur verið ein javnur vøkstur.

Nú lønirnar teir báðar seinastu ársfjórðingarnar fóru upp um tvær milliardir, hava tær verið umleið 300 milliónir størri hvønn ársfjórðing samanborið við 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162