Nógv fleiri sigla til Suðuroyar og Nólsoyar

Nógv fleiri sigla til Suðuroyar og Nólsoyar
Stórur vøkstur í ferðafólkatalinum hjá Strandferðsluni sammett við apríl í fjør
Ternan flytur nógv fólk um Nólsoyarfjørð
 
08.05.2016 - 09:35

Fleiri og fleiri ferðafólk sigla við Smyrli og Ternuni.

Tað vísa tøl frá Strandferðsluni.

Bæði á Suðuroyarleiðini og á Nólsoyarleiðini var stórur vøkstur í ferðafólkatalinum í apríl í ár samanborið við apríl í fjør.

20.268 ferðafólk fóru við Smyrli í apríl í ár,  2000 fleiri enn í apríl í fjør.

Taka vit fyrstu fýra mánaðirnar í ár, so hava sløk 72.000 fólk ferðast við Smyrli.

Vøksturin er knappliga 13 prosent. 

Eisini á øðrum leiðum

Við Ternuni um Nólsoyarfjørð fóru 7.392 fólk í apríl í ár, góð 2.200 fleiri enn sama mánað í fjør.

Frá januar til og við apríl í ár sigldu sløk 26.000 fólk við Ternuni um Nólsoyarfjørð, næstan 25 prosent fleiri enn í fjør..

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár nýttu góð 57.000 fólk Sandoyarleiðina. Tað er góð 5.500, 11 prosent,  fleiri enn sama tíðarskeið í fjør .

Eisini á Kalsoyarleiðini og Svínoyarleiðini eru fleiri ferðafólk í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959