Fleiri bilførarar tiknir fyri ólógliga koyring

Fleiri bilførarar tiknir fyri ólógliga koyring
Løgreglan tók í gjárkvøldið og í nátt átta bilførarar fyri at koyra ólógliga. Teir flestu vórðu tiknir, tí teir koyrdu ov skjótt
Sjey bilførarar vórðu í nátt tiknir, tí teir koyrdu ov skjótt. Ein bilførari koyrdi ávirkaður, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn
 
15.05.2016 - 10:04

Í Suðuroynni vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, og í Eysturoynni koyrdu fimm bilførarar ov skjótt. Harafturat varð ein maður tikin í Eysturoynni fyri at koyra ávirkaður.

Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at nógv fólk var í býnum um alt landið í nátt, og tí var nógv at gera hjá løgregluni.

Millum annað fingu løgreglufólk í eini sjey umførum stegðað fólki, sum høvdu hug at fara til hendurs í Havn í lýsingini í morgun.

Eitt harðskapsmál

Tað var kortini einki harðskapsmál í nátt, men ein maður er skuldsettur fyri brot á løgregluviðtøkurnar, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Tað vil siga, at maðurin var óhøviskur í almenna rúminum. Skeinkistøð kunnu hava opið, tá heilidagur er dagin eftir, men fólk hava ikki loyvi at dansa.

Tí mátti løgreglan í fleiri førum heita á fólk, sum vórðu í góðum lag og høvdu hug til ein dans, um at sessast aftur og binda frið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688