Gerast strongd av sálarliga arbeiðsumhvørvinum

Gerast strongd av sálarliga arbeiðsumhvørvinum
Bara fimta hvørt svar í nøgdsemiskanning var eingin strongd. Fleiri strongdir sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum enn í Danmark
Færri sjúkrarøktarfrøðingar í Danmark eru strongdir samanborið við Føroyar.
 
22.05.2016 - 10:06

Næstan sætti hvør sjúkrafrøktarfrøðingur í Føroyum kennir seg strongdan.

Tað vísir ein nøgdsemiskanning, sum felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar kunnger á síni heimasíðu.

Í nøgdsemiskanningini var ein spurningur: Hvussu ofta seinastu fýra vikurnar hevur tú verið strongd ella strongdur. 

1,6 prosent svaraðu "alla tíðina", og 14,5 prosent svaraðu "ein stóran part av tíðini." 

Tað eru 16,1 prosent,  sum eru nakað fleiri enn í einari kanning í Danmark. Har svaraðu 14,6 prosent "alla tíðina" ella "stóran part av tíðini.".

Góð 30 prosent av teimum spurdu føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum svaraðu, at tey kendu seg strongd "ein part av tíðini", góð 32 prosent svaraðu, at tey kendu strongd "ein lítlan part av tíðini." 

21 prosent svaraðu, at tey "ongantíð" høvdu verið strongd seinasta mánaðin.

Vantandi hvíld

Greiðasta eyðkennið fyri strongd var trupulleikin at sleppa at hvíla.

Hóast strongd ofta verður nevnd í sambandi við arbeiðið, elvir heimalívið eisini til strongd, til dømis hjúnaskilnaður. 

Sambært kanningini, sum felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar gjørdi, er samanband millum sálarliga arbeiðsumhvørvið og strongd.

Serliga fimm viðurskifti í sálarliga arbeiðsumhvørvinum elva til strongd. Tey eru arbeiðsmongd, vitan um framtíðina, meining í arbeiðinum, mótstríðandi krøv og hóttanir og harðskapur. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454