ALS: Besta úrslit í sjey ár ikki nóg gott

ALS: Besta úrslit í sjey ár ikki nóg gott
Arbeiðsloysisskipanin hevði 49 milliónir kr. í vinningi í fjør. 2015 gjørdist tí besta árið hjá ALS síðani 2008, tá yvirskotið var 56 milliónir kr.
Yvirskot var í fjør, men tað var ov lítið, heldur leiðslan.
 
22.05.2016 - 10:36

Stórt hall hevur annars merkt ALS seinastu árini. Ringast var 2011, tá ALS hevði 178 milliónir krónur í undirskoti, sum eisini var ringasta ár í søguni hjá ALS.

Tey fýra árini, frá 2010 til og við 2013, hevði ALS heilar 396 milliónir krónur í undirskoti, og eginognin minkaði tí samsvarandi.
 
Í 2014 kom javnvág í, tá ALS hevði smáar seks milliónir krónur í yvirskoti. Og 2015 gjørdist eitt rímiliga gott ár fyri Arbeiðsloysisskipanina við 49 milliónum í yvirskoti.

Leiðsan ikki nøgd 

Kortini er leiðslan ikki nøgd við úrslitið.
 
- Úrslitið skuldi helst verið einar 5-10 milliónir krónur betri, tá arbeiðsloysið er so lítið, sum tað hevur verið í 2015, staðfestir leiðslan í ársfrágreiðingini.
 
Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lítið. Um árslok í fjør var arbeiðsloysið í Føroyum nógv tað minsta í øllum Evropa. Arbeiðsloysið var tá komið niður í 2,4 prosent.
 
Til samanberingar var arbeiðsloysið í Íslandi fýra prosent, í Noregi 4,4 prosent, í Danmark oman fyri seks prosent og í Svøríki oman fyri sjey prosent. Ringast stendur til í londum sum Spania og Grikkalandi, sum bæði hava arbeiðsloysi millum 22 og 25 prosent.

Yvir 130 milliónir í stuðli

Útgjøldini úr ALS vóru í fjør góðar 133 milliónir krónur. Tað eru 33 milliónir minni enn árið fyri. Samlaðu inngjøldini í kassan hjá ALS vóru í fjør 202 milliónir krónur.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru góðar 16 milliónir og aðrar útreiðslur góðar sjey milliónir. Og so hevði ALS góðar fimm milliónir í fíggjarinntøkum.
 
Við einum yvirskoti, 49 milliónir krónur, vaks eginognin hjá Arbeiðsloysisskipanini úr 312 milliónum upp í 361 milliónir krónur. Tá mest var í kassanum hjá ALS, í 2009, var eginognin 714 milliónir krónur.
 
Á ársfundinum hjá Arbeiðsloysisskipanini fríggjadagin upplýsti Magni á Deild, stjóri, at við verandi gongd verður yvirskotið hjá ALS væntandi millum 75 og 80 milliónir krónur í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337