Stórur vøkstur í bilasøluni

Stórur vøkstur í bilasøluni
132 fleiri persónbilar eru seldir í ár enn somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Akstovuni. Vøksturin er umleið 16 prosent
Vøkstur er í bilasøluni í Føroyum. Í mai vórðu umleið 10 nýggir persónbilar seldir í Føroyum hvønn gerandisdag
 
01.06.2016 - 15:15

Í mai vórðu seldir 218 nýggir persónbilar í Føroyum, 30 fleiri enn sama mánað í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Akstovuni.

Tá øll akfarasløgini verða tikin undir einum, vísa hagtølini hjá Akstovuni, at seld eru til samans 1148 akfør higartil í ár. Tað er 152 fleiri enn somu mánaðir í fjør.

Vøksturin er góð 15 prosent. Brúkt akfør verða eisini innflutt, og fyrstu fimm mánaðirnar eru 12 fleiri brúkt akfør innflutt, 89 í ár og 77 somu tíð í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392