Íslendingar umhugsa uppboðssølu

Íslendingar umhugsa uppboðssølu
Møguleikin at selja fisk á uppboðssølu er nú eisini nevndur í Íslandi. Ikki óvæntað eru nakrir reiðarar í Íslandi í móti uppboðssøluni
 
08.07.2016 - 07:54

Formaðurin í vinnunevndini hjá Altinginum, Jón Gunnarsson í Sjálvstæðisflokkinum, hevur skotið upp, at í staðin fyri at krevja veiðigjald frá reiðarum, eigur partur av kvotuni at verða tikin frá teimum og seldur á almennum uppboði.

Jón Gunnarsson sigur í samrøðu við sjónvarpsstøðina Hringbraut, at við at selja fisk á uppboðssølu, sleppa tey, sum hava ov lítlar kvotur, og tey, sum hava hug at royna seg í fiskivinnuni, fram at fiskinum.

Samstundis ber til at forða fyri, at stóru reiðaríini fara við øllum fiskinum. Jón Gunnarsson sigur, at til ber at selja fleiri 10.000 tons á uppboði. Hann hevur tosað við Sigurð Inga Jóhannsson, forsætisráðharra, um uppboðssøluna.

Ikki óvæntað eru reiðarar í Íslandi í móti uppboðssølu av fiski, tí hon fer at forða fyri langtíðarætlanum og langtíðaríløgum hjá reiðaríunum, siga teir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075