Fýra undantaksloyvi latin

Fýra undantaksloyvi latin
Umhvørvisstovan hevur higartil í ár latið fýra undantaksloyvi til at taða oman fyri 250 metrar, hóast Náttúrugripasavnið hevur talað at
 
13.07.2016 - 09:28

Fýra undantaksloyvi eru latin í ár til at taða oman fyri 250 metrar. Umhvørvisstovan gav í apríl trimum festarum í Kaldbaksbotni, á Sundi og á Oyrareingjum loyvi til at taða oman fyri 250 metrar.

Hesi loyvi eru galdandi til 31. august í 2018. Í farnu viku fekk Landsverk loyvi til at taða í Neytaskriðuni á Gjáarvegnum. Freistin at kæra ta avgerðina hjá Umhvørvisstovuni er til 3. august.

Men ein og hvør kann tó ikki kæra. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri, sigur Umhvørvisstovan.

SÍ EISINI Tøð týna fjallablómur

Umhvørvisstovan lurtar ikki eftir Náttúrugripasavninum og loyvir bøndrum at spræna mykju oman fyri 250 metrar. Tøðini týna blómur og annan vøkstur, segði Anna Maria Fosaa, savnsvørður á Náttúrugripasavninum, við Dag og viku í gjárkvøldið.

Sambært kunngerðini um taðing frá 2012 er ikki loyvt at taða oman fyri 250 metrar. Umhvørvisstovan kann tó geva undantaksloyvi. Fýra slík undantaksloyvi eru latin í ár, hóast Náttúrugripasavnið ávarar um avleiðingarnar.

Um undantaksloyvið, sum Landsverk fekk, sigur Umhvørvisstovan, at tað hevur týdning at sáða í ben eftir vegargerð fyri at forða fyri erosjón, at lendið máast burtur.

Í loyvinum, Landsverk fekk frá Umhvørvisstovuni, er tó tann treyt, at taðast skal bara á økinum, har sum svørðurin er grivin omanav.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391