Kappingareftirlitið svarar oljufeløgum aftur

Kappingareftirlitið svarar oljufeløgum aftur
Kappingareftirlitið hevur gjørt enn eina samanbering av oljuprísum. Hesaferð við Isle of Man
 
20.07.2016 - 08:23

Hóast næstan dupult so nógv fólk búgva á oynni Man, brúka tey har nógv minni olju enn í Føroyum.

Kappingareftirlitið hevur kunngjørt enn eina samanbering millum oljuprísirnar í Føroyum og í skotskum oyggjum. 

Á Man búgva 85.000 fólk. Har brúktu tey 76.300 tons av olju í 2014. Í Føroyum var nýtslan 140.000 tons.  

Kappingareftirlitið sigur, at bæði bensin og diesel kosta meira á Man enn í Føroyum, tí á Man eru almennu avgjøldini størri enn í Føroyum.

Tá avgjøldini eru drigin frá, er bensinið 90 oyru dýrari í Føroyum og diesel 85 oyru dýrari fyri liturin. 

Hetta undrast Kappingareftirlitið á, tí hóast oljureinsiverkið, sum er næst Føroyum, er longri burturi enn reinsiverkið, sum er næst Isle of Man, kostar tað bara tíggju oyru at flyta ein litur av olju ella bensini til Føroya.

Og tangaskipini, sum koma til Føroya, eru nógv størri enn tey, sum fáa lagt at á Man.  

Kappingareftirlitið sigur, at samanberingar við Isle of Man og Ytru Hebridur vísa, at oljufeløgini í Føroyum fáa okkurt um eina krónu meira fyri liturin av bensini og dieseli, hóast føroyingar brúka nógv meira olju og bensin.

Oljan til húsarhald og vinnuna er ikki nevnd í kunngjørdu samanberingini hjá Kappingareftirlitinum.

Oljufeløgunum dámar lítið hesar samanberingarnar hjá Kappingareftirlitinum.

 

 

Eftir samanberingina millum Føroyar og Ytru Hebridurnar segði stjórin í Effo, Niels Juel Nattestad, soleiðis við Útvarpið:

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065