Fiskivinnunýskipanin betrar um fíggjarjavnvágina

bannari
Fiskivinnunýskipanin betrar um fíggjarjavnvágina
Fiskivinnunýskipanin og uppboðsøla av kvotum betra um fíggjarjavnvágin hjá Føroyum er niðurstøðan hjá Moody's
 
06.08.2016 - 12:51

Í niðurstøðuni hjá Moody's, sum var almannakunngjørd í gjár, stendir, at hon fer væntandi at geva eina javna og opna atgongd til fiskiríkidømið, samstundis sum tað fer at økja inntøkurnar hjá tí almenna, og tað fer at betra um búskaparliga haldførið.

Ein uppboðsøla fer væntandi at skapa størri inntøkur til landið sammet við verandi útlutingarskipan, stendir í niðurstøðini hjá Moodys.

Verandi útlutingarskipan fer helst at geva landinum eina inntøku uppá 165 milliónir krónur í 2016, og tað er væl minni enn marknaðarvirðið er mett at vera. 

Ein marknaðargrundað skipan kann geva landinum tvífalt so nógvar inntøkur.

Landsstýrið hevur ikki tikið hesar øktu inntøkurnar við í sínum útrokningum av framtíðarinntøkum, og tað er skilagott, stendir í frágreiðingini hjá Moody's. 

Føroyar varveita ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Ratingin er ein meting av førleikunum hjá landinum at gjalda eitt lán aftur. 

Styrkin í føroyska búskapinum sigur Moody’s vera: 
* búskaparligt sjálvstýri 
* støðug viðurskifti við Danmark og 
* stórt gjaldføri, sum minkar um endurfíggingarváðan 
Hinvegin eru avbjóðingarnar at: 
* búskapurin er so tengdur at fiskivinnuni og fiskaaling 
* at Føroyar hava havt hall á fíggjarlógini í nógv ár 
* og at Føroyar er so bundið at stuttari fígging við fimm ára lánum. 

Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina betri rating eru: 

* um fíggjarlógin aftur kemur í langtíðar javnvág, 
* um skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni 
* og um Føroyar vórðu minni tengd at stuttíðarfígging. 

Viðurskifi, sum kunnu geva Føroyum eina verri rating eru
* um hallið á fíggjarlógini ikki verður burtur, 
*um skuldin veksur nógv meira, 
* um viðurskiftini við Danmark versna 
* og um onkur óheppin skelkur rakar fiskivinnuna. 

Eisini pensiónsnýskipan, skattanýskipanir og kommunusamaleggingar telja positivt í metingini hjá Moodys. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391