Viðganga seg helst sekar

Viðganga seg helst sekar
Skipararnir Heyki og Falki fara helst at viðganga seg sekar, eftir at teir vórðu tiknir fyri at fiska á eini stongdari leið eystan fyri í gjár
 
30.08.2016 - 08:04

Talan verður sostatt um eina sonevnda játtanarsak, upplýsir løgreglan í morgun. Tað var um tveytíðina í gjár, at sjóverjuskipið Brimil kom framá partrolararnar.

Tá illgruni var um, at teir royndu á eini stongdari leið eystan fyri, fingu skipini boð um at hála og at sigla á Havnina saman við Brimli.

Skipini komu á Havnina um tíggjutíðina í gjárkvøldið. Løgreglan hevur kannað veiðu og reiðskap, og er komin eftir at virði á tí er um hálva millión krónur.

Hvør bótin verður, sum skipini fáa er ikki greitt, hon verður ásett av ákæruvaldinum fyrrapartin. Tá talan er um játtanarsak, fer málið ikki í rættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776