Tóku við sektaruppskoti

Tóku við sektaruppskoti
Heykur og Falkur hava fingið 100.000 í bót hvør, og hald er lagt á reiðskap og veiði, fyri at fiska í einum stongdum kassa á Fugloyarbankanum
 
30.08.2016 - 16:10

Skipararnir viðganga seg sekar, og tí fór málið ikki í rættin. Heykur fær 100.000 krónur í bót og skal rinda 218.000 fyri at fáa reiðskap og veiði aftur.

Falkur fekk eisini 100.000 í bót, men skal rinda 300.000 krónur fyri at fáa reiðskap og veiði aftur. Tað var um tveytíðina í gjár, at Brimil kom framá trolararnar, tá teir royndu í kassa U á Fugloyarbankanum, sum er stongdur fyri trolveiðu alt árið.

Sambært reiðarínum hevði Brimil fylgt við trolarunum í nakrar tímar, meðan teir togaðu, áðrenn sjóverjuskipið Brymil gjørdi vart við seg.

SÍ EISINI Viðganga seg helst sekar

Av tí at illgruni var um, at partrolararnir royndu í stongda kassanum, fingu skipini boð um at hála, og at fylgja við á Havnina.

Skipini komu á Havnina um tíggjutíðina mánakvøldið. Løgreglan kannaði veiðu og reiðskap í nátt, og tað er gjørt upp til umleið hálva millión krónur.

Skipini høvdu bara gjørt eitt tov, áðrenn tey vóru tikin, so stórvegis av fiski var ikki umborð. Tá skipini hava veitt trygd fyri pengunum, fara tey alt fyri eitt aftur til fiskiskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776