Meiri makrelur í Norðurhøvum

Meiri makrelur í Norðurhøvum
Úrslitið av árligu kanningunum hjá Føroyum, Noregi og Grønlandi í summar er kunngjørt á fundi hjá ICES í Keypmannahavn
Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði vóru við í kanningunum fyri Føroyar
 
02.09.2016 - 13:45

Ein triðingur meira er til av makreli í ár enn í fjør. 

Úrslitið av árligu kanningunum hjá Føroyum, Noregi og Grønlandi í summar er kunngjørt á fundi hjá ICES í Keypmannahavn. 

Eitt stórt øki í Norðuratlantshavi er kannað. 

Meira enn 10 mió. tons

Metingin er, at 10,2 milliónir tons eru av makreli. Hetta eru 32,5 prosent meira enn í fjør, boða fiskirannsóknarstovurnar í Noregi og Íslandi frá. 

10,2 milliónir tons eru tað mesta, síðani hesar kanningar byrjaðu í 2007. 

Árgangirnir 2010 og 2011 eru størstir í ár. 

Nú er meira makrelur norðanfyri, vestanfyri og í ein útnyrðing, eisini í íslendskum sjógvi og grønlendskum sjógvi. 

Heitari sjógvur

Kanningarnar vístu eisini, at sjógvurin er eitt-tvey stig heitari í erva enn í fjør. 

Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði vóru við í kanningunum fyri Føroyar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843