Eik stevnir Astrup

Eik stevnir Astrup
Eik banki fer at stevna Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóra og nevndarlim í Eik, fyri ærumeiðing í sambandi við skattamálið hjá Eik
Eik banki fer nú at stevna Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing í samband við skattamálið hjá Eik
 
23.09.2016 - 07:55

- Eg kann vátta, at eg havi fingið boð frá sakførara um, at eg verið stevndur fyri ærumeiðing, sigur hann sambært heimasíðuni hjá in.fo

Jørn Astrup Hansen og Fíggjarligt Støðufesti hava í sambandi við skattamálið sagt, at Eik banki ikki hevur rætt til at draga 514 milliónir krónur í tapi frá í skattinum, tí at tapið hoyrir til gamla bankan.

SÍ EISINI Almenningurin fær ikki niðurstøðuna at vita

Hetta stóra tapið er eisini partur av rættarmálinum móti gomlu leiðsluni í kollsiglda Eik-banka. Hetta eru núverandi leiðsla í Eik og eigarin TF-Holding ósamd í.

Tey føra fram, at tað er nýggi bankin, sum eigur at fáa ágóðan av stóra skattafrádráttinum. TAKS hevur kannað málið í fleiri umførum, og er nú komið til eina niðurstøðu, sum er til hoyringar hjá leiðsluni í Eik.

Í fyrsta umfari noktaði TAKS at geva innlit í niðurstøðuna. Tað gjørdi stovnurin vísandi til, at skattaupplýsingar eru trúnaðarupplýsingar.

SÍ EISINI Kringvarpið hevur svarað Eik

TAKS viðger í løtuni umsókn frá Kringvarpinum um at fáa meirinnlit í niðurstøðuna við atliti at áhugamálunum hjá almenninginum í hesum prinsippiella máli.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum segði í stuttari viðmerking við Kringvarpið í gjár, at so leingi málið um skattafrádráttin ikki er heilt liðugt viðgjørt, hevur hon onga viðmerking til, um niðurstøðan eigur at verða løgd alment fram ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097