Nýtt Sjálvstýri vil hava familjudepil

Nýtt Sjálvstýri vil hava familjudepil
Landsstýrið skal seta á stovn ein familjudepil, sum skal hjálpa serliga hart raktum familjum, heldur Nýtt Sjálvstýri
 
24.09.2016 - 10:19

Nýtt Sjálvstýri vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um at seta á stovn ein familjudepil í Føroyum.

Familjudepilin skal miðsavna tænastur, sum hava við fyribyrging, ráðgeving og tilboð annars viðvíkjandi familjuviðurskiftum at gera, undir eina og somu eind.

Tað var Bárður Kass Nielsen, sum legði uppskotið fyri løgtingið í gjár.

Í viðmerkingunum vísir flokkurin á, at barnapolitikkurin seinastu árini í stóran mun hevur snúð seg um dagstovnatilboð og tey serliga raktu børnini og familjurnar. Nú er tíðin komin at varpa ljós á vanliga tørvin hjá barninum at sleppa at vaksa upp undir góðum og tryggum umstøðum saman við foreldrunum.

Víst verður á nógvu tilboðini sum eru, men samstundis verður víst á, at nógv børn hava brúk fyri sálarligari hjálp og hava  trupult við at virka í gerandisdegnum. Royndir vísa, at ein vaksandi skari av ungdómum upplivir strongd, ótta og depressión. Hetta kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tey ungu sjálvi og samfelagið sum heild. Tað er tí av alstórum týdningi, at ein virkisætlan verður gjørd fyri, hvørji átøk skulu setast í verk fyri at venda gongdini. 

Tí er neyðugt at miðsavna tey tilboðini sum eru til børn og ung fyri at fáa sum mest burturúr. Gáttin til familjudepilin skal vera so lág, so   eingin aftrar seg við at venda sær til depilin við fyrispurningum o.ø, sigur Nýtt Sjálvstýrið í uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860