Soleiðis skulu valplakatir heingjast við landsveg

bannari
Soleiðis skulu valplakatir heingjast við landsveg
Landsverk hevur skrivað eina vegleiðig um valplakatir fram við landsvegum. Tað verður nú strangari at heingja valplakatir upp fram við landsvegum
Reglugerð um valplakatir er komin
 
09.10.2016 - 16:06

Tað verður nú strangari at heingja valplakatir upp fram við landsvegi. Hetta skrivar Landsverk á heimasíðu síni.

Eitt nú skal valplakatin ikki heingjast upp soleiðis, at hon fjalir aðra góðkenda vegamerking, ella er til ampa fyri ferðslutrygdina. Valplakatin skal heldur ikki heingjast upp soleiðis, at hon órógvar útsýni á vegunum, og tí kann vera til ampa hjá bilførarunum.

Landsverk hevur skrivað eina vegleiðing um valplakatir, um hvar tær kunnu heingjast, og kanska serliga, hvar tær ikki skulu heingjast.

Tað krevst ikki serligt loyvið at heingja valplakatir upp, bert vegleiðingin verður fylgd. Eitt nú skal standa búðstaður og telefonnummar hjá tí persóni ella flokki, sum hevur ábyrgdina av plakatini. Um plakatir eru, sum ikki fylgja vegleiðingini, kann løgreglan taka plakatirnar niður. Tað ber til at síggja vegleiðingina við at fara inn á heimasíðuna hjá okkum, sum er kvf.fo.

Les vegleiðingina frá Landsverki her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815