Góð undirtøka á minsta valstaðnum

bannari
Góð undirtøka á minsta valstaðnum
Hóast tað ikki eru so nógvir veljarar í Fugloyar kommunu, er valluttøkan í kommununi hinvegin sera stór
Hattarvík í Fugloynni. Fáir veljarar eru í oynni, men valluttøkan var sera høg í 2012 - 94,44 prosent
 
08.11.2016 - 10:24

Minsta kommunan á kommunuvalinum í dag er Fugloyar kommuna, har hava 36 fólk valrætt. Skúvoy er næstminsta kommuna, har 37 fólk hava valrætt.

Hinvegin eru fugloyingar óførir at fara á val, tí Fugloyar kommuna hevði hægstu valluttøku á kommunuvalinum í 2012, tí tá var vallutøkan 94,44 prosent.

Stórsta kommunan er Tórshavnar kommuna og har hava 15.343 fólk valrætt. Stórsta valstaðið er eisini í Havn, tað er Høllin á Hálsi.

Til samans 594 valevni eru í teimum 29 kommununum, nú kommunuval 2016 er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860