Dómur fallin: Allir tríggir sekir

Dómur fallin: Allir tríggir sekir
Dómur er fallin í nógv umrødda málinum um Anitu. Reiðarin, skiparin og stýrimaðurin eru allir funnir sekir og dømdir fyri løtu síðani
Reiðarin á Anitu, Søren Christiansen (myndin), er funnin sekur fyri brot á lógina um trygd á sjónum. Hann skal gjalda eina bót uppá 120.000 krónur
 
25.11.2016 - 12:20

Reiðarin, skiparin og stýrmaðurin, sum vóru ákærdir fyri brot á lógina um trygd á sjónum umborð á Anitu, vórðu dømdir sekir og allir tríggir fáa bót.

Ákæruvaldið vildi hava fongsulrevsing, men tað var Føroya rættur ikki samdur við ákæraranum í. Føroya rættur hevur dømt skiparan og stýrmannin bót uppá ávikavist 40.000 og 10.000 krónur.

Bara um teir ikki rinda bótina skulu teir í fongsul í ávikavist 20 og 10 dagar. Reiðarin á Anitu, Søren Christiansen, varð dømdur at rinda størstu bótina, 120.000 krónur.

Málið skjótt trý ára gamalt

Málið móti reiðaranum, skiparanum og stýrimanninum byrjaði fyri skjótt trimum árum síðani, í februar mánað í 2014, tá garnaskipið, Anita, var á fiskiskapi.

Ein 24 ára gamal indonesiskur dekkari umborð á garnaskipinum fekk ein enda um fótin og varð drigin fyri borð og druknaði.

Sambært ákæruritinum høvdu fleiri mans umborð á garnaskipinum Anitu arbeitt uttan uttan steðg í samfullar 16 tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210